Jákup Veyhe og hettarher siga frá sagnum og ævintýrum

Jákup Veyhe og hettarher siga frá sagnum og ævintýrum
Eitt, ið er áhugavert við hesum tilfarinum, er, at tað ikki byggir á Disney-modellið, sigur Jákup Veyhe
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2026 - 13:35

Hetta er fjórðu ferð, at bólkurin hattarher, sum Torleik Mortensen og Andreas Restorff manna, arbeiða saman við einum frásøgufólki á henda hátt.

Tað er altíð ein áhugaverd tilgongd, og tað hevur tað sanniliga eisini verið hesa ferð, siga allir við einum brosi.

Støði verður tikið í sagnum og ævintýrum, sum Dr. Jakobsen savnaði kring oyggjarnar fyri góðum hundrað árum síðani.

- Forteljingin kann vera rættiliga dramatisk, og tað er ikki altíð so lætt at taka dagar ímillum, hvør er góður og hvør ikki er tað.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Við kontrabassi, cello og alskyns effektum stuðla Torleik og Andreas upp undir forteljingina hjá Jákupi.

hettarher hevur higartil gjørt tónleik til fýra filmar, og hetta er í familju við tað, siga limirnir í bólkinum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

hettarher og Jákup Veyhe kunnu upplivast í Perluni í Havn leygardagin klokkan 16 og sunnudagin klokkan 15.

Aldursmark er onki, men framført verður í einum myrkum rúmi, og summar sagnir kunnu vera nakað óhugnaligar, verður sagt í tíðindaskrivi.

Meira kann lesast um sagnir á hesum áhugaverda leinki hjá Snar.


Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: hettarher


 
1793530

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045