Samstarva um dagtilhald og umlætting til yngri fólk við demens

Samstarva um dagtilhald og umlætting til yngri fólk við demens
Avtalan er galdandi frá 1. januar í ár, og í fyrstu atløgu í tvey ár´.
Frá vinstru: Tórbjørn Jacobsen, Roðin, Karl Johansen NBH, Sára Jógvansdóttir, VEKS, og Per Martin Gregersen, Nánd.
 
10.02.2026 - 16:12

Forfólkini í Roðanum, Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænastu og VEKS, hava seinnapartin skrivað undir avtalu um dagtilhald og umlætting til yngri fólk við demens.

Tað stendur at lesa í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum seinnapartin.

Avtalan er í stóran mun skipað soleiðis, siga tey, at Roðin hevur dagligu umsitingina av tilboðnum. Leiðsla og starvsfólk eru starvssett í Roðanum, og kostnaðurin er býttur eftir fólkatalinum í teimum fýra samstarvsøkjunum.

Ein politiskur stýrisbólkur, við forfólkunum í teimum fýra eldrasamstørvunum, verður settur at taka sær av teimum málum, ið snúgva seg um tal av plássum, normering, samstarvstreytum, húsaleigu, staðseting o.s.fr.

Í einum samstarvsbólki sita teir fýra leiðararnir í eldrasamtørvunum. Bólkurin tryggjar verkligu samskipanina millum samstørvini og virkar eisini sum visitatiónsnevnd. Eitt fakligt umboð, sum kortini ikki er umboðað í hesum bólkinum, skal ráðgeva bólkinum í visitatiónsmálum, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

 

Galdandi í tvey ár

Avtalan er galdandi frá 1. januar í ár. Í fyrstu atløgu er hon galdandi í tvey ár, men hon kann halda fram, um ikki onnur avgerð verður tikin, siga tey fýra eldrasamstørvini. 

Gongdin og samstarvið verða eftirmett  fyri 1. oktober 2027.

Dagtilhaldið á Glyvrum skal taka sær av tilboðnum frameftir.

Tað var fyrst í november í fjør, at landsstýrið, eftir semja millum Kommunufelagið og Almannaráðið, legði uppskot fyri Løgtingið um broyting í lógini um heimatænastu, eldrarøkt við meira.

Uppskotið snúði seg um at leggja ábyrgdina av dagtilboðum og umlætting til fólk við demenssjúku undir fólkapensjónsaldur út til kommunurnar, og tað var einmælt samtykt minni enn ein mánað seinni.

Nýggja samstarvið norðan fyri Hórisgøtu, sum tað verður kallað í tíðindaskrivinum, er ein beinleiðis avleiðing av lógarbroytingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817