Pedagogfelagið: Hetta kemur dátt við

Pedagogfelagið: Hetta kemur dátt við
Eisini Pedagogfelagið er fevnt av avtaluni um lønarkarmin, hóast felagið ikki hevur samráðst um hann, sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna
Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Pedagogfelagnum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
06.02.2026 - 18:00

Avtalan um lønarkarm, sum tey 12 fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum skrivaðu undir í gjár, kemur dátt við hjá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum ikki eru við í avtaluni. 

Sambært stykki 7 í avtaluni um lønarkarm, eru Pedagogfelagið og hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum ikki eru við í avtaluni um lønarkarm, kortini fevnd av avtaluni. 

Tí sambært stykki 7 í avtaluni kann "stilling av løn bert fremjast, um starvsbólkurin, uttan rímiliga orsøk, er afturúrsigldur samanborið við aðrar líkandi bólkar"

ella 

"um viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum gera, at neyðugt er at gera broytingar í verandi lønarbygnaði."

Víðari stendur í avtaluni, at:

"Partarnir í semjuni eru samdir um, at tað er fortreyt fyri hesi avtalu, at hægri karmur bert kann avtalastr við onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, um oman fyri nevndu treytir eru loknar, og grundgeving við nøktandi útrokningum fyriliggur," stendur í avtaluni.

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, undrast á orðingina:

 

13022026_Sanna

 

Sambært avtaluni er karmurin fyrsta árið 3,87 prosent, - roknað út eftir einum frymli út frá produktiviteti og prísvøkstri. 

Hvat hann verður frameftir, veldst um tølini í frymlinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Meistarans hond
206820