Mælir frá at gera lestraríbúðir á Eirargarði 2

Mælir frá at gera lestraríbúðir á Eirargarði 2
Stendur tað til Johan Dahl, tingmann fyri Sambandsflokkin, skal umvælingin av Eirargarði 2 leggjast á hillina. Ístaðin skal nýtt lestrarbýli byggjast
Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, mælir til at steðga verkætlanini á Eirargarði 2.
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
15.02.2026 - 14:19

Ætlanin um at gera skrivstovuhølini á Eirargarði 2 til lestraríbúðir skal halda uppat, tí umvælingin av bygninginum verður ov dýr.

Tað sigur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Tær okkurt um 45 lestraríbúðirnar á Eirargarði 2, sum eftir ætlan skuldu vera klárar hjá lesandi at flyta inn í við lestrarbyrjan í ár, verða kortini ikki lidnar fyrr enn í fyrsta lagi í 2027.

Tað staðfesti Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, í Degi og viku fyrradagin.

Nú greitt er, at umvælingin verður dýrari, mælir Johan Dahl til at leggja hesa verkætlanina á hillina, og mælir ístaðin til at byggja eitt nýtt lestrarbýli.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1795165

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343