Trupulleikar í Fakfelagssamstarvinum

Trupulleikar í Fakfelagssamstarvinum
Starvsfelagið var ikki við, tá feløgini í Fakfelagssamstarvinum høvdu felags nevndardag fríggjadagin
Forfólkini í fakfeløgunum, sum mynda Fakfelagssamstarvið. Formaðurin í Starvelagnum sigur seg nú ivast í framtíðini hjá Fakfelagssamstarvinum.
 
16.02.2026 - 13:50

Ymiskt bendir á, at trupulleikar eru Í Fakfelagssamstarvinum. 

Ið hvussu er var Starvsfelagið ikki við, tá ið feløgini í Fakfelagssamstarvinum høvdu felags nevndardag fríggjadagin.

Men, torført er at fáa nakað ítøkiligt at vita um, hví Starvsfelagið ikki var við. 

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, er talsmaður fyri Fakfelagssamstarvið, men hann er fáorðaður. 

Feløgini í Fakfelagssamstarvinum eru Akademikarafelag Føroya, Føroya Lærarafelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Føroya Pedagogfelag, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Abeiðskvinnufelag og  Starvsfelagið. 

5. februar undirskrivaðu 12 fakfeløg  fimm ára avtalu við Fìggjarmálaráðið um felagslønarkarm. Eitt av feløgunum er Starvsfelagið. 

 

Ivast í framtíðini

Síðani hevur almanna orðaskiftið um avtaluna verið so mikið hart, at Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hevur sagt seg ivast í framtíðini hjá Fakfelagssamstarvinum.

Samstundis byrja lønarsamráðingar við feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Jan Sjóstein, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at hesa vikuna eru óformligir fundir við ymisk fakfeløg, og síðani byrja samráðingarnar.

Hann vil tó ikki siga, hvørji fakfeløg fyrst koma til samráðingarborðið í Fíggjarmálaráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16022026_Fakfelagssamstarv

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094