Tvey dømd 10 mánaðir fyri at smugla 4,7 kilo av hassji til Føroya

Tvey dømd 10 mánaðir fyri at smugla 4,7 kilo av hassji til Føroya
Føroya Rættur dømdi í seinnapartin dag tvey fólk til 10 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri fyri at hava smuglað áleið 4,7 kilo av hassji til Føroya í desember í fjør.
 
23.02.2026 - 17:50

Tvey fólk, ein 32 ára gomul kvinna og ein 39 ára gamal maður, bæði úr Danmark, fingu í dag 10 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava smuglað 4,7 kilo av hassji til Føroya.

Tað var 2. desember í fjør, at tey komu til Føroya við Norrønu. Hassjið var goymt í eykahjólinum á bilinum, sum kvinnan koyrdi. Tey vórðu tikin av tollvaldinum, tá tey koyrdu í land.

Tey sótu á ákærubonkinum, ákærd fyri saman, ella í samráði við ókendar persónar í Danmark og Føroyum, at hava smuglað nøgdina av hassji til Føroya.

Kvinnan játtaði seg seka, meðan maðurin noktaði seg sekan.

Ákærin, Turid Guðrunardóttir, var væl nøgd við dómin hjá Føroya Rætti, meðan verjin hjá kvinnuni, sum var Jógvan Páll Lassen, ikki var nøgdur við dómin.

Hoyr innslagið í tíðindunum:

1796982

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659