FMA 2026: Stanley Samuelsen heiðraður á FMA

FMA 2026: Stanley Samuelsen heiðraður á FMA
Ársins tónleikaheiður 2026 varð hóskandi latin Stanley Samuelsen fyri at hava ríkað føroyska sangskattin í eitt langt tónleikalív
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 21:46

Tað er umráðandi at fagna og heiðra tey, ið hava gingið undan á føroyska tónleikapallinum, meðan vit enn hava tey.

Í fjør fór tvær av størstu stjørnunum frá okkum, ið báðar hava fingið handað "Ársins tónleikheiður" á FMA, Hanus G. Johansen og Jóan Jakku Guttesen. 


Mynd: Bjarni Árting Rrubeksen

 

Stanley Samuelsen, ið hevur fingið staðfest alzheimers, er enn okkara millum, og í kvøld var hann hóskandi og uppiborið heiðuraður fyri at hava ríkað føroyska sangskattin. 

Hóast heilsavbjóðingarnar, so er Stanley Samuelsen enn virkin og spælir konsertir, og í fjør útgav hann eisini plátuna "Sólskin", ið var tilnevnd til "Ársins útgávu" á FMA. 

Stanley hevur eisini verið gestur í sendingini Beinleiðis úr Studio 5 og LEITISSTEIN, har hann erliga og opið hevur greitt frá sínari støðu. 

 

HOYR EISINI: Beinleiðis úr Studio 5 - Stanley Samuelsen 

HOYR EISINI: LEITISSTEIN 24.10.2025 (Stanley Samuelsen)

 

Í sambandi við, at Stanley Samuelsen fekk handað "Ársins tónleikaheiður", so bar mentanarjournalistur í Kringvarpi Føroya, Suni Merkistein, fram hesa kvøðu fyri Stanley Samuelsen í videokvøðu:

-----------

TONLEIKAHEIDUR_OK

 

Fuglafjørður, mars 1964

Popporkestrið í bygdini, Silly Boys, fer á pall í Dansistovuni við nýggjum, blaðungum gittarspælara. Í krókunum í Dansistovuni tutlast tey. Hetta ber ikki til. Drongurin er ikki konfirmeraður enn og hevur tíansheldur ikki aldur at sleppa í dans.

Unglingin er kortini longu so kringur við gittarinum, at hann er mentur at spæla saman við teimum dugnaligastu í bygdini. Hann hevur sníkt seg í dans - mamman veit av ongum.

Tónleikurin dregur. Hesin nýggi tónleikurin, sum teimum vaksnu ikki dáma. Íblásturin fæst úr útvarpslurtinum. Á millumbylgju hoyrist Radio Luxemburg. Haðani vellir fram hesin nýggi spennandi tónleikurin. Heilt til Fuglafjarðar. Tann yngsti í stóru Samuelsen-familjuni - tað ljósa høvdið í húsinum - er seldur.

1964 er eitt spennandi ár. Eisini í Føroyum frættast tíðindi um tann bretska bólkin úr Liverpool, sum í februar hetta sama árið hevði tikið alt USA á bóli á fyrstu konsertferðini hagar. Og nú komu allar pláturnar við sangunum hjá The Beatles. Ljóshærdi unglingin í Fuglafirði er bergtikin av hesum nýggja ljóminum.

Hjá honum ræður um at læra seg somu sangirnar. Dúgliga verður terpað, bæði sangur og spæl, og so í Dansistovuna at spæla. Hjá ungdóminum í Fuglafirði og í grannabygdunum er dansurin hjá Silly Boys besta løtan í vikuni, sum øll tosa um og gleða seg til.

Stanley hevur ivaleyst longu frá fyrsta degi á palli í Dansistovuni í Fuglafirði fyri 50 árum síðani kent á sær, at tónleikurin var hansara kall. Í 1970, stutt eftir at Silly Boys í serstakari tónleikakapping vórðu kosnir at vera besta popporkestur í Føroyum, fór Stanley til Danmarkar í summarfrí. Tað gjørdist ein av teimum heilt drúgvu summarferiunum, tí hann er framvegis ikki heimafturkomin.


Mynd: Bjarni Árting Rrubeksen

 

Soleiðis hvarv Stanley av tí føroyska tónleikapallinum í nógv ár. Tó at hann var ógvuliga virkin sum tónleikari í Danmark, frættist lítið um hann í Føroyum. Soleiðis ganga eini tjúgu ár. Men miðskeiðis í 80-árunum er hann so smátt farin undir at smíða løg til føroyskar yrkingar. Hann er okkurt rend heima, tá Silly Boys spæla til árligu "Aftur í 60-ini" tiltøkini. Hann er úrmælingurin av øllum sum gittarspælari, men tekur samstundis øll á bóli við sínum nýggju vísusangum, sum hann nú fær høvið at spæla fyri føroyingum.

Í sending í Útvarpi Føroya í 1993 framførir hann á fyrsta sinni "Um eg kundi kvøðið". Brátt var hetta sangurin, sum tráspældur var í hvørjari kvøðuljómasending. Ikki fyrr enn nøkur ár seinni kom fyrsta fløgan hjá Stanley við m.a. studioinnspælingini av sama sangi.

Longu á fyrstu fløguni hoyrist skilliga, at her eru vísuløg í dygdarflokki. Tú undrast og hálvavegna ilskast, at Stanley hevur drálað so leingi at koma úr skápinum sum tónaskald. Men nú koma løgini frá honum sum perlur á snóri. Við heitu og inniligu røddini og tí livandi og hugtakandi gittarfylgispælinum hevur hann givið tekstum hjá okkara mætastu lýrikarum nýtt lív. Klassiskur føroyskur skaldskapur og nýggj tónlist ganga upp í eina hægri eind í fløgunum hjá Stanley.

Hóast Stanley ongantíð fekk upp í lag at fara heim aftur eftir hasa ta ógloymandi summarferiuna í Danmark í 1970, so hevur hann kortini ongantíð gloymt Føroyar og Fuglafjørð. Tokkin til móðirmálið og føroyska mentanararvin vakti tónaskaldið í honum, sum nú í fleiri ár hevur ríkað okkara sangskatt.

Takk fyri góðu sangirnar, Stanley, og í takklæti fyri teir verður ársins tónleikaheiður 2026 latin Stanley Samuelsen.


Mynd: Bjarni Árting Rrubeksen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313