Eldur í stjórnarbygningi í Kuvait

Eldur í stjórnarbygningi í Kuvait
Stríðið í Miðeystri helt fram í nátt og hevur rakt fleiri lond í økinum. M.a. kom eldur í ein stjórnarbygning í Kuvait eftir eina bylgju av dronuálopum
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.03.2026 - 13:44

Útlendskir miðlar siga frá, at eldur kom í ein stjórnarbygning í Kuwait City, eftir at býurin varð álopin av iranskum dronum í nátt.

Herurin í Kuvait sigur, at landið hevur verið fyri eini bylgju av fíggindaligum dronum, og at álop eru gjørd á m.a. oljuskip og á altjóða flogvøllin.

Skotið er eisini við dronum móti Saudiarabia. Landið sigur seg hava skotið í minsta lagi 21 dronur niður 

Og í Libanon siga myndugleikarnir frá fleiri álopum í nátt. Eitt av teimum skal vera eitt ísraelskt álop á eitt gistingarhús, har fýra fólk eru deyð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928