Virðini og fólkaræðið eru hótt

Virðini og fólkaræðið eru hótt
Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at spurningurin verður settur, um javnstøða er viðkomandi á kvinnudegnum í dag, soleiðis sum heimurin sær út
 
08.03.2026 - 16:06

Altjóða kvinnudagur er í dag. Afturvendandi tiltakið, har kvinnudagurin verður hildin í Fuglafirði, byrjaði í Ribarhúsi, men áhugin var beinanvegin so stórur, at tiltakið varð flutt í Mentanarhúsið, har tað verður hildið í dag.

Kvinnudagurin verður hildin undir heitinum "Heimur, hvussu livir tú?".

- Vit halda, at heimurin er so nógv broyttur. Hvør dagur bjóðar upp á ræðuleikar og er ørkymlandi, og virðini eru hótt, og demokratiið eisini. Og tí seta vit sjálvar tann spurningin, er javnstøða yvirhøvur viðkomandi. Soleiðis sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

 

Ársins brita
- Ein brita er ein kvinna, sum er røsk, djørv og stríðist til frama fyri onnur. Í føroyskum máli hava vit ofta gjørt vart við, at kvinnurnar ikki hava nógv góð lýsingarorð, sigur Rønn Eliasen. Og ein brita er fatað neiligt upprunaliga, og tí vildu vit gera vart við, at tað gongur ikki. Vit vilja gjarna síggja tær sterku, djørvu kvinnurnar. Og vit vilja gjarna gera tað til eitt jaligt orð, eitt positivt orð, sum lýsir eina kvinnu, sum veruliga er til reiðar at arbeiða fyri øðrum. 

Í dag er fimtu ferð, at ársins brita verður kosin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1799464

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961