Kjak um opinleika í løgtingsarbeiðnum

Kjak um opinleika í løgtingsarbeiðnum
Løgtingsformaðurin og ein stjórnmálafrøðingur vera í sjónvarpsstovuni í kvøld
 
17.12.2013 - 13:48

Kjakið í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og Viku snýr seg um opinleika, ella rættari, vantandi opinleika í løgtingsarbeiðnum.

Ein máti fáa størri opinleika í løgtingsarbeiðnum er at hava opin samráð. Fólkatingið hevur opin samráð - og tey hava  kostað trimum ráðharrum sessin seinasta árið.

Orsøkin var, at teir allir hava logið fyri Fólkatinginum. Spurningurin er, um vit eisini eiga at hava henda møguleika í Løgtinginum.

 Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Jóanes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur, vera í sjónvarpsstovuni. Liljan Weihe er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454