266b í Landsrættinum

266b í Landsrættinum
Hóast revsingin var ov lítil til at farast kundu beinleiðis í Landsrættin, gav Processbevillingsnævnet loyvi til at fara í Landsrættin við málinum
Málið kemur fyri í landsrættinum í dag.
 
17.03.2026 - 06:49

Hóast revsingin var ov lítil til at farast kundu beinleiðis í Landsrættin, gav Processbevillingsnævnet loyvi til at fara í Landsrættin við málinum.

Og tað verður viðgjørt í Eystari landsrætti í dag.

Maðurin, sum er ákærdur, er ákærdur fyri at bróta grein 266b í revsilógini.

Føroya rættur gav honum tíggju dagsektir á 500 kr.

Men maðurin góðtekur ikki dómin. Hann hevur einki revsivert gjørt, sigur hann.

Hann hevur bara brúkt talufrælsið.

Maðurin er ákærdur fyri at skriva niðrandi um samkynd á Facebook.

Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, sum hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av millum annað kynsligum samleika, verður revsað ella revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179