Säpo: Hóttanin úr Russlandi fer at vaksa næstu árini

Säpo: Hóttanin úr Russlandi fer at vaksa næstu árini
Russar eru meira ágangandi, millum annað við at føra hybrid-kríggj, sigur svenska fregnartænastan
 
18.03.2026 - 11:40

Säpo, fregnartænastan hjá svensku løgregluni, metir, at hóttanin frá Russlandi stendur við, og fer at vaksa næstu árini.

Tað var boðskapurin, tá hóttanarstigið móti Svøríki var viðgjørt á tíðindafundi fyrrapartin.

Sambært Säpo eru russararnir váðafúsari enn fyrr. Teir eru eisini meira ágangandi, millum annað við at føra hybrid-kríggj.

Kríggið í Iran og støðan í Miðeystri økja eisini um vandan fyri keðiligum tilburðum í Svøríki.

Tá tað ræður um búskaparliga trygd, metir fregnartænastan hjá svensku løgrelguni, at Kina er størsta hóttanin í longdini.

Säpo leggur dent á hóttanir móti Svøríki innan fyri landamørkini, tað veri seg yvirgang, njósning og at verja ríkisleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040