Trýstir sørvingar tryggjaðu sær FM eftir fimmsettara

Trýstir sørvingar tryggjaðu sær FM eftir fimmsettara
Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini, men SÍ reistist og fór av stað við føroyameistaraheitinum eftir 3-2 sigur á Giljanesi í seinnu FM-finaluni í Hotel Djurhuus-deildini
 
22.03.2026 - 16:37

SÍ er føroyameistari í flogbólti við kvinnum eftir spennandi 3-2 sigur á Mjølni í seinnu FM-finaluni, sum var á Giljanesi í dag.

Sørvingar vunnu fyrru finaluna í Klaksvík mikukvøldið, og við fyrimuni á 'heimavølli' á Giljanesi, var SÍ favorittur at avgera alt í dag.

Tað gjørdist ikki lætt kortini. Mjølnir vann nevniliga tvey tey fyrstu settini, og ta løtuna bendi nógv á, at neyðugt fór at verða við avgerandi triðju finaluni í Klaksvík, men varð kortini ikki.

Sí reisti seg nevniliga og javnaði til 2-2, áðrenn sørvingar vunnu 15-12 í javnbrótaranum og fóru avstað við dystinum og meistaraheitinum.

Hetta var sætta føroyameistarahetið, kvinnurnar hjá SÍ hava vunnið. Tað fyrsta vunnu tær í 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860