Skulu ikki velja á sama valstaði

Skulu ikki velja á sama valstaði
Veljararar á Sundi og Hvítanesi skulu velja í høllini á Hálsi í dag, men í Hoyvíkshøllini hósdagin
Hósdagin skulu veljarar á Sundi og Hvítanesi velja í Hoyvíkshøllini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.03.2026 - 08:00

Veljarar á Sundi og á Hvítanesi skulu ikki velja á sama valstaði í dag og hósdagin.

Á fólkatingsvalinum í dag skulu teir velja í Høllini á Hálsi.

Á løgtingsvalinum hósdagin skulu teir velja í Hoyvíkshøllini, ger Tórshavnar kommuna vart við.

Býráðið samtykti fyrr í ár, at fólk á Hvítanesi og á Sundi skulu velja í Hoyvík, tá løgtingsval er.

Og tað hevur landsstýrið góðkent.

Eftir løgtingsvalið í 2022 var Hoyvík góðkend sum sjálvstøðugt valstað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715