Skal Sjúrður Skaale skriva søgu?

Skal Sjúrður Skaale skriva søgu?
Um Sjúrður Skaale verður afturvaldur í Fólkatingið, sum kanningarnar benda á, er sannlíkt, at hann verður tað føroyska fólkatingsumboðið, sum hevur sitið longst
24.03.2026 - 20:13

Um Sjúrður Skaale fær eitt so gott val, sum veljarakanningarnar hava givið honum, og hann verður afturvaldur á Fólkating, er sannlíkt, at hann verður tað føroyska fólkatingsumboðið, sum hevur sitið longst.

Tað vísti Sólvit Nolsøe á í valsendingini hjá Kringvarpi Føroya.

Óli Breckmann var valdur seks ferðir og sat frá 1984 til 2001. Sjúrður Skaale er valdur fýra ferðir, men hann hevur sitið í 15 ár higartil. Ein heil nýggj seta merkir, at maðurin úr Javnaðarflokkinum kemur upp á 19 ár á Fólkatingi.

 - Um hann situr í trý ár aftur at, hevur hann also yvirhálað Óla Breckmann, segði Sólvit Nólsøe. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777