Búskaparfrøðingur: Landið má halda aftur, tá vinnan ger stórar íløgur

Búskaparfrøðingur: Landið má halda aftur, tá vinnan ger stórar íløgur
Í 2024 gjørdu kommunurnar íløgur fyri 1,2 milliardir kr. og landið fyri góðar 776 milliónir
í 2024 gjørdu land og kommunur íløgur fyri tilsamans 4,8 milliardir krónur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.03.2026 - 08:32

Nógv ferð er á búskapinum, og í almenna geiranum eru tað serliga kommunurnar, sum gera stórar íløgur.

Kommunurnar gjørdu íløgur fyri 1,26 milliardir krónur í 2024, meðan landið gjørdi íløgur fyri góðar 776 milliónir hetta árið.

Tað sæst í eini seruppgerð yvir íløgur hjá landi, kommunum og vinnuni frá Hagstovu Føroya.

 


Kári Petersen. 

 

Kári Petersen, búskaparfrøðingur, heldur, at landið eigur at halda aftur, tá vinnan ger so stórar íløgur, tí tað trýstir prísirnar upp á øllum, sum verður bygt í løtuni. 

Tað hevur hann gjørt vart við, millum annað í sendingini "Undir egið borð."

 

Lítið og einki arbeiðsloysi

Arbeiðsloysið hevur leingi berið minni enn eitt prosent, og orsøkin m.a., at tað almenna og vinnan gera íløgur fyri tilsamans fýra milliardir krónur, sigur Kári Petersen.

Tilsamans hava kommunurnar og landið íløgur fyri 1,8 milliardir krónur. Tað er ein milliard meira enn í 2012 til dømis.

Eisini vinnan hevur gjørt stórar íløgur seinastu árini.

Í 2013 gjørdi vinnan íløgur fyri 378 milliónir. Tað talið var 1,8 milliardir í 2024.

í 2024 gjørdu land og kommunur íløgur fyri tilsamans 4,8 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040