Góður hýrur í samráðingunum

Góður hýrur í samráðingunum
Seinnapartin hava arbeiðsbólkar við umboðum fyri allar tríggjar flokkar viðgjørt ymisk málsøki
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, er samráðingarleiðari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2026 - 15:04

Hýrurin er góður í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag, har samráðst verður um nýggja landsstýrissamgongu, og latið verður væl at.

Tað sigur Jógvan Jákupsson, sum fylgir samráðingunum fyri Kringvarpið.

 


Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 


Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og virkandi løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Seinnapartin hava tingfólk - eisini nývald - hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum samráðast, sitið í arbeiðsbólkum og viðgjørt ymisk málsøki, m.a. almanna- og heilsumál, skúlamál og mentamál.

Jógvan Jákupsson var í útvarpstíðindunum klokkan 15:

 

30032026_Jakupsson_um_samradingar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435