- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórtingið skal viðgera frágreiðingina um 22. juli

Stórtingið í Noreg verður kallað saman sum skjótast at viðgera frágreiðingina, sum nevndin, ið kannaði álopið í Oslo og á Utøya 22. juli í fjør, legði fram í gjár.

Tað upplýsir stórtingsformaðurin, Dag Terje Andersen, fyri norska kringvarpinum.

Tá frágreiðingin varð løgd fram í gjár, boðaði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, frá, at hann fór at biðja formannin um loyvi at hava orðaskifti um frágreiðingina.

Stjórnin hjá Jens Stoltenberg fær av at vita í frágreiðingini, og norska blaðið, Verdens Gang, biður í oddagreinini í dag Jens Stoltenberg um at leggja frá sær.

Fundur í næstu viku

Eftir ætlan skal Stórtingið ikki koma saman fyrr enn 1. oktober, men andstøðan í stórtinginum vil hava tingið saman sum skjótast, so Jens Stoltenberg kann greiða frá, hvat stjórnin ætlar at gera við frágreiðingina.

Dag Terje Andersen, stórtingsformaður, sigur, at tað neyvan ber til at kalla stórtingið saman hesa vikuna, men hann er í ferð við at kanna møguleikarnar fyri at halda fund í næstu viku, sigur hann við Bergens Tidende.

NRK skrivar, at breið semja er í Stórtinginum um, at tingið sum skjótast eigur at fáa at vita, hvat forsætisráðharrin ætlar at gera við frágreiðingina frá serligu nevndini.