Løgtingið sett mánadagin

Løgtingið sett mánadagin
Elsta tingfólk setir tingið. Elsta tingfólk er Jenis av Rana í Miðflokkinum. Hann er 73 ár
Løgtingsvalið var 26. mars.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2026 - 06:08

Nývalda løgtingið verður sett mánadagin.

Elsta tingfólk setir tingið. 

Elsta tingfólk er Jenis av Rana í Miðflokkinum. Hann er 73 ár.

Sambært tingskipanini skal hann heita á fimm tingfólk um at kanna valbrøvini.

Tey skulu eisini kanna útskriftir úr gerðarbókini hjá løgtingsvalnevndini og møguligar klagur um valið.

Tey skulu kanna, um tey valdu hava danskan ríkisborgaraskap og búgva í Føroyum og ikki eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan.

Og tey skulu kanna, um tingfólk lúka treytirnar í stýrisskipanarlógini um revsing.

Stýriskipanarlógin sigur, at tey, sum eru dømd fyri revsiverda gerð, eru ikki óverdug til tingsess, uttan so, at talan er um fongsulsdóm í minst fýra mánaðir ella um trygdarvarðhaldsdóm.

Heldur ikki eru tey óverdug, tá fimm ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd ella eftirgivin ella frá endaligari leysgeving úr trygdarvarðhaldi.

Tilmæli um at góðkenna valbrøv og valúrslit verða munnliga løgd fyri tingið, sum so tekur avgerð við atkvøðugreiðslu.

Aldursformaðurin krevur síðani av hvørjum løgtingsfólki, at tey við trú og heiður skriva undir váttan um, hvørji álitisstørv, nevnd í stýrisskipanarlógini, tey hava.


Álitisstørv

Tey skulu játta at leggja hesi álitisstørv frá sær.

Hesi álitisstørv eru í nevndum, ráðum og tílíkum, sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað tey í.

Undantikin eru beinleiðis fólkavald umboð.

Aldursformaðurin lýsir síðani løgtingið at vera sett.

Á tingfundinum mánadagin velur tingið løgtingsforfólk og trý næstforfólk.

Tingfundurin mánadagin er kl. 10.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911