Nógvar kærur komu og vóru avgreiddar

Nógvar kærur komu og vóru avgreiddar
Fyri fyrstu ferð hava fimm løgfrøðingar í Kærustovninum viðgjørt og avgreitt eitt mál
Kærustovnurin.
 
08.04.2026 - 06:43

Fyri fyrstu ferð hava fimm løgfrøðingar í Kærustovninum viðgjørt og avgreitt eitt mál.

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá stovninum fyri 2025.

Talan var um eitt skatta- og avgjaldsmál, sum var mett at vera serliga meginregluligt.

Tí vóru fimm løgfrøðingar við í viðgerðini.

Sambært frágreiðingini fekk Kærustovnurin sera nógv mál í fjør.

Og hann avgreiddi eisini nógv mál.

Nógv mál

Hann 441 mál og avgreiddi 440.

Annað hvørt mál var avgreitt innan fyri ein mánað.

Øll mál, sum Kærustovnurin fekk fyri 2025, eru nú avgreidd.

Stovnurin hevur nú bara mál, sum komu í 2025 og eru komin higartil í ár. 

Óvanliga nógvar kærur, 25, vóru um psykiatrisk sjúklingamál í 2025.

Hetta er størsta tal, síðan Kærustovnurin byrjaði at viðgera hesar kærur í 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744