Fleiri herskip í føroyskum sjógvi

Fleiri herskip í føroyskum sjógvi
Nú er tað staðfest við gransking og við tølum. Hernaðarliga virksemið í føroyskum øki er vaksið síðan 2022, sum er sama ár, sum Russland gjørdi innrás í Ukraina
21.04.2026 - 19:25

Granskarar á Fróðskaparsetrinum eru við í nýggjari frágreiðing, sum viðger hernaðarlig viðurskifti m.a. í Føroyum og í Grønlandi. Heini í Skorini og Mekhala Kollslíð hava gjørt føroyska partin í frágreiðingini "Between Washington and Copenhagen: Greenland, the Faroes, and the Future og the Danish Realm".

Nú er tað staðfest; hernaðarliga virksemið í føroyskum øki er vaksið. Tað kunnu vit siga, tí herskip skulu hava diplomatiskt loyvi fyri at koma í føroyskt øki. Og tað er serliga eitt land, sum hevur havt nógv herskip við Føroyar hesi seinastu árini.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928