Amnesty: Trump, Putin og Netanyahu eru ránsdjór

Amnesty: Trump, Putin og Netanyahu eru ránsdjór
Árfrágreiðingin hjá Amnesty International finst hvassliga at amerikanska og russiska forsetanum og ísraelska forsætisráðharranum
Vladimir Putin og Donald Trump eru sambært Amnesty International at sammeta við ránsdjór.
Mynd: Sergey Bobylev/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.04.2026 - 09:00

Leiðararnir í USA, Ísrael og Russlandi royna at skipa heimin av nýggjum, og nógv tey flestu av hinum londunum í heiminum tora ikki at at steðga teimum.

Tað heldur mannarættindafelagsskapurin, Amnesty International, sum í ársfrágreiðing síni skírir forsetarnar í USA og Russlandi og forsætisráðharran í Ísrael fyri ránsdjór.

Tað skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Sambært Agnès Callamard, aðalskrivara í Amnesty International, stendur heimurin fyri størstu avbjóðingunum í okkara tíð.

Felagsskapurin heldur, at Donald Trump, Vladimir Putin og Benjamin Netanyahu eru dømi um leiðarar, sum hava vrakað ta skipan, sum heimurin er skipaður eftir síðan seinna heimsbardaga.

 

Kríggj heldur enn diplomati

Teir tríggir leiðararnir vilja hava eina skipan, sum er stýrd av kríggi heldur enn diplomati.

Alt árið í fjør hava millum annað Donald Trump, Vladimir Putin og Benjamin Netanyahu strembað eftir búskaparligum og politiskum yvirræði, og tað hava teir gjørt við altjóða oyðileggingum, kúgan og harðskapi, segði Agnès Callamard, tá hon legði frágreiðingina hjá Amnesty International fram alment.

Felagsskapurin heldur, at teir tríggir leiðararnir eru í holt við at bróta niður grundarlagið undir algildu mannrættindunum í heiminum. 

Agnès Callamard brúkti ósemjuna i Miðeystri sum dømi um tað, sum hon kallar fyri eina ránsdjóralíknandi heimsskipan.

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu. (Mynd: Ariel Schalit/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Máar undan rættarstatinum

Eisini legði aðalskrivarin í Amnesty International amerikanska forsetan undir at hava ábyrgdina av nógvum gerðum, sum eftir hennara tykki máa undan rættarstatinum. Millum annað hevur hann gjørt alt, hann er mentur, at undirgrava alt arbeiði, sum er gjørt fyri at staðfesta rættin hjá kvinnum, segði hon.

Putin hevur gjørt seg inn á rættindini hjá LGBT í Russlandi, og hinir leiðararnir í heiminum hava gjørt alt ov lítið fyri at steðga teimum. Tað er moralskt forfall, segði hon.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065