Etiska ráðið tekur saman um kjak um virkna deyðshjálp

Etiska ráðið tekur saman um kjak um virkna deyðshjálp
Í fleiri londum í vesturheiminum kann virkin deyðshjálp veitast, undir ávisum treytum, men í Føroyum er virkin deyðshjálp framvegis revsiverd
Bergur Debes Joensen er formaður í Etiska ráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.04.2026 - 13:44

Eftir almenna ráðstevnu í Runavík um virkna deyðshjálp, fer Etiska ráðið nú at taka saman um kjakið um evnið - og tað kann enda við einum tilmæli um, hvussu Føroyar eiga at viðgera málið frameftir.

Tað segði Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, í Breddanum fyrrapartin.

Í fleiri londum í vesturheiminum er virkin deyðshjálp seinastu árini vorðin ein møguleiki, undir ávísum treytum. 

Í Føroyum er støðan ein onnur.

Her er virkin deyðshjálp framvegis revsiverd, sambært revsilógini. 

 


Eyðdis Hartmann Niclasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Evnið hevur javnan verið á lofti í Føroyum, men almenna kjakið hevur higartil verið avmarkað.

Tí skipaðu Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar í gjár fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll í Runavík um virkna deyðshjálp.

 


Jákup N. Olsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindinum:

 

23042026_Deydshjalp

 

Evnið var eisini viðgjørt í Breddanum fyrrapartin, har nýggja landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, og formaðurin í Sjúklingaráðnum, Jákup N. Olsen, skiftu orð um málið.

Hoyr allan Breddan her.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096