Hvalastyggjarar komnir uttaneftir

Hvalastyggjarar komnir uttaneftir
Hvalastyggjarin, sum herfyri bleiv funnin í Hvannasundi, skal ikki mistakast fyri kópastyggjara
28.04.2026 - 19:38

Fleiri hvalastyggjarar eru komnir undan kavi í Hvannasundi, og í gjár meldaði grindaformaðurin málið.

Hesir hvalastyggjararnir skulu ikki mistakast fyri at vera kópastyggjarir. Hetta er hvør sítt, sigur Bjarni Mikkelsen, leiðandi lívfrøðingur á Havstovuni.

 

Ljóðið heldur hval burtur

Hvalastyggjari er eitt tól, sum sendur ljóðbylgjur, og sum er ætlað at styggja burtur hval.

Í Føroyum stríðast alifyritøkur við kópi í aliringum. Tí nýta føroyskir alarar kópastyggjara.

Hvalastyggjarin verður hinvegin ikki brúktur í Føroyum. Tí má hann vera komin uttaneftir, og mest sannlíkt frá aktivistum, sigur hann.

 

Ólógligt at órógva hval

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali.

Tí kann tað hugsast, at hetta er brot á grindakunngerðina, og tí hevur grindaformaðurin eisini meldað málið.

Hetta er gjørt við tí fyri eyga at styggja burtur hval. Eingin ivi er um tað, sigur Bjarni Mikkelsen, sum væntar, at tílíkir styggjarar eisini liggja í øðrum firðum í Føroyum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037