Anja og Mileta vóru tey bestu farna kappingarár

Anja og Mileta vóru tey bestu farna kappingarár
Anja S. Danielsen og Mileta Vesovic, sum bæði spæla við SÍ, vóru kosin bestu flogbóltsspælararnir í Føroyum kappingarárið 2025/26
Anja S. Danielsen var kosin hin besta í føroyskum flogbólti farna kappingarár.
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
03.05.2026 - 20:36

Góða kappingarárið hjá SÍ sást aftur, tá bestu spælararnir í ovastu flogbóltsdeildunum vórðu kosnir leygarkvøldið.

Menninir hjá sørvingum vunnu greipuna, og Mileta Vesovic fekk eisini heiðurin sum ársins spælari í Polestar-deildini. 

Hjá kvinnum vann SÍ meistaraheitið, meðan Mjølnir fór avstað við steypagullinum fyri kortum. Tað var kortini Anja S. Danielsen, sum var kosin hin besta í Hotel Djurhuus-deildini 2025/26.

SÍ átti eisini ársins venjara í bestu mansdeildini, Rajko Petrovic, og harumframt varð Anna Katrina í Haraldstovu ársins stjørnuskot hjá kvinnum.

Ársins stjørnuskot hjá monnunum varð Adrian Lind Jacobsen úr Ternuni. Boban Ilic úr Mjølni gjørdist ársins venjari hjá kvinnunum, men Dávið Ryan var besti dómarin.

 


Mileta Vesovic úr SÍ var besti spælari í mansdeildini farna kappingarár, tá sørvingar eisini vunnu greipuna (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

 

Ársins lið, Polestar deildin 2025/26:

Libero: Bjarni Larsen, ÍF
Kantur: Jhonlenn Cruz Barreto Pena, SÍ
Kantur: Erich Perau, Ternan
Diagonalur: Hjørtur Joensen, SÍ
Miðja: Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir
Miðja: Rani Ákason, ÍF
Hevari: Oleksandr Dmytriiev, ÍF

Ársins lið Djurhuus deildin 2025/26:

Libero: Jakobina Joensen, KÍF
Kantur: Anja S. Danielsen, SÍ
Kantur: Thirza Linda Tarazona Becerra, Mjølnir
Diagonalur: Ingibjørg S. Müller, Mjølnir
Miðja: Ariana G. Pereyra, KÍF
Miðja: Sharon Thora Holm Haynes, TB
Hevari: Janna Falkvard, SÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028