Søkja eftir presti til Hvalvíkar

Søkja eftir presti til Hvalvíkar
Ætlanin er at seta starvið 1. august
Hvalvíkar kirkja.
 
04.05.2026 - 08:19

Nú Jákup Erlingsson Petersen er settur í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, er prestastarvið í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi leyst at søkja.

Ætlanin er at seta starvið 1. august.

Presturin hevur sæti í Hvalvík.

Kirkjusóknirnar eru fimm, Hvalvík, Hósvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík. 

Gudstænastur eru eisini í skúlanum á Langasandi.

Umsóknarfreistin er á middegi 18. mai.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655