Grindadráp ikki djóravælferð

Grindadráp ikki djóravælferð
Uppskotið um grind og djóravælferð, sum tingmenn úr øllum flokkum koma í tingið við fyrst í desember í fjør, er nú komið aftir hagar, men hesa ferð úr landsstýrinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.05.2026 - 06:45

Uppskotið um grind og djóravælferð, sum tingmenn úr øllum flokkum koma í tingið við fyrst í desember í fjør, er nú komið aftir hagar, men hesa ferð úr landsstýrinum.

Uppskotið skal taka burtur allan iva um, at lógin um djóravælferð er ikki galdandi fyri veiðu og fiskiveiðu, millum annað grindadráp.

Talan er um nágreining í lógini. 

Tingmennninir úr øllum flokkum høvdu uppskot til samtyktar um tað, sum teir kalla at verja rættin at veiða villini djór.

Grindalóg um grind

Teir bóðu landsstýrið broyta lóggávuna soleiðis, at bara grindalógin er galdandi fyri grindadráp.

Ikki lógin um djóravælferð.

Tað uppskotið kom ikki aftur úr vinnunevndini fyri valið, hóast freistin at koma við áliti var 10. januar. 

Sýslumaður og grindamenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi í fjør summar.

Politiið kannar enn tað málið, so skuldsetingarnar standa við.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311