Cruiseferðavinnan leggur eisini pening eftir seg

Cruiseferðavinnan leggur eisini pening eftir seg
Cruise-ferðavinnan leggur pening eftir seg í fleiri støðum kring landið. Tað sást, tá ið eitt ferðamannaskip var í Funningi í vikuni
08.05.2026 - 19:25

Runavíkar kommunu hevur ment eina vøru í cruisevinnuni, har fleiri av bygdunum í kommununi skipa fyri øðrvísi upplivingum fyri ferðafólk, og sum ferðafólkini fegin vilja rinda fyri.

- Tey staðbundnu standa saman um hetta, og tey fáa eisini løn afturfyri, sigur Rannvá Troest, cruisemennari í Port of Runavík.

88 ferðafólk vóru við Ocean Explorer, sum var á Funningi fyrradagin. Dagin fyri høvdu tey verið í Havn.

Ferðafólkini vóru sera væl nøgd við upplivilsi í Funningi.

Í fleiri ár eru nógv tey flestu cruise-skipini komin til Havnar, men nú er støðan broytt og helvtin av teimum umleið 75 skipunum, sum koma til Føroyar í summar, fara aðrastaðni enn til Havnar. Tilsamans steðga tey meira enn hundrað dagar í Føroyum í ár.

 

Meir pengar í aðrari ferðavinnu

Fleiri fyritøkur vinna væl burturúr cruisevinnuni, men tað kemur tó ikki upp á tær upphæddirnar, sum restin av ferðavinnuni gevur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands

Møguleikar eru tó at fáa enn meir burturúr ferðafólkaskipunum, heldur Magni Mouritsen, formaður í Cruise Faroe Islands.

Í fjør hevði føroyska ferðavinnan 1,4 milliardir í umsetningi. 

Stjórin í Visit Faroe Island hevur áður sagt, at vit eiga ikki at gera so nógv við cruiseferðavinna, tí hon leggur ikki so nógv eftir seg í mun til talið av ferðafólkum. Heldur eiga vit at gera meira við aðra ferðavinnu, sigur hon.

 

34.000 ferðafólk

Í fjør vitjaðu 74 ferðamannaskip í Føroyum. Tilsamans vóru næstan 34.000 ferðafólk við teimum.

Í ár verður væntað, at talið av skipum verður umleið tað sama, men at dagarnir tey steðga, verða nakað fleiri, nakað omanfyri hundrað. 

Í fjør vitjaðu tilsamans 60.000 gestir við Norrønu og ferðamannaskipum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366