Vápnahvíldin hongur í klønum tráð

Vápnahvíldin hongur í klønum tráð
Amerikanski forsetin hevur víst iranska friðaruppskotinum aftur
Donald Trump, forseti, sigur, at iranska friðaruppskotið er ússaligt.
Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.05.2026 - 08:04

Vápnahvíldin millum Iran og USA hongur í klønum tráð, eftir at amerikanski forsetin hevur víst iranska friðaruppskotinum aftur.

- Ótrúliga ússaligt. Eftir at hava lisið iranska uppskotið - eg havi ikki lisið alt, - fari ikki at nýta tíð uppá at lesa tað, men eg vil siga, at vápnahvíldin hevur tørv á andingartóli og læknahjálp, segði Trump, forseti, við tíðindafólk á tíðindafundi í Hvítu húsunum í gjárkvøldið.

Lítið røkist fyri semju millum londini bæði, tí samstundis sum USA havnar iranska uppskotinum, sigur Iran, at uppskotið um friðaravtalu er "gávumilt" og "rættvíst", sambært talsmanninum hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmaeil Baghaei.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360