Eykajáttan til leigustuðul og sjúkrahús

Eykajáttan til leigustuðul og sjúkrahús
Eisini er biðið um nakrar lækkingar í játtanum í fíggjarlógini, til dømis til lestrarstuðul og føroyskt sum annaðmál hjá vaksnum
Uppskotið um eykajáttan hevur 6,5 milliónir í halli.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2026 - 07:58

Hallið í eykajáttanarlógini, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kom í tingið við í gjár, er seks og eina hálva millión krónur.

Biðið er millum annað um seks mió. kr. til leigustuðulin og 100.000 kr. til Javnstøðunevndina.

Biðið verður eisini um, at játtanin til Útlendingastovuna hækkar 330.000 krónur.

Sjúkrahúsini skulu hava fleiri pengar, Landssjúkrahúsið slakar 4,9 milliónir, Klaksvíkar sjúkrahús 420.000 kr. og Suðuroyar sjúkrahús 390.000 kr.

Eisini er biðið um nakrar lækkingar í játtanum í fíggjarlógini, til dømis til lestrarstuðul og føroyskt sum annaðmál hjá vaksnum.

Og so eru nakrar útreiðsluneutralar játtanir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595