Nevnd vil hava avmarking

Nevnd vil hava avmarking
Tøl eiga at vera sett á mongdina av heilivági, sum ferðandi til Føroya kunnu hava við sær til egna  nýtslu
Trivnaðarnevndin vil hava mongdina avmarkaða.
 
14.05.2026 - 12:35

Tøl eiga at vera sett á mongdina av heilivági, sum ferðandi til Føroya kunnu hava við sær til egna  nýtslu.

Tað heldur trivnaðarnevndin hjá løgtinginum, sum heitir á landsstýriskvinnuna í heilsumálum um at áseta reglur um, hvussu stórar mongdir av heilivági, ferðandi kunnu hava við sær til egna nýtslu.

Tá fær eftirlitsmyndugleikin greiðar heimildir og leiðbeining um handfaring av heilivágnum.

Sambært lógaruppskotinum kunnu ferðandi, sum koma til Føroya, hava heilivág við sær til egna nýtslu.

Í galdandi lóg er orðið persónur.

Ferðandi

Tað skal broyast til ferðandi.

Orsøkin er, at Kærustovnurin hevur avgjørt, at heimild er at flyta inn heilivág, sum er bílagdur á netinum, til egna nýtslu.

Tað er, at heimildin ikki er avmarkað til ferðandi, sum koma til landið. 

Tað eigur hon at vera, sigur landsstýrið.

Føroyska skipanin og eftirlitið eru innrættað soleiðis, at heilivágur til egna nýtslu ikki kann bíleggjast á netinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576