Umboðsmaðurin fekk 104 klagur í fjør

Umboðsmaðurin fekk 104 klagur í fjør
93 vóru endaliga avgreiddar í árinum, og harumframt vóru 23 klagur frá undanfarnum árum eisini avgreiddar
Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.05.2026 - 16:30

Løgtingsins umboðsmaður fekk 104 klagur í fjør.

Av teimum vóru 93 endaliga avgreiddar í árinum. Harumframt vóru avgreiddar 23 klagur frá undanfarnum árum. 

Av teimum 116 klagunum, sum vóru avgreiddar í fjør, endaðu 26 við niðurstøðum, annaðhvørt í áliti ella skrivi.

Í 2025 læt umboðsmaðurin eisini úr hondum frágreiðingar frá tveimum eftirlitsvitjanum og kanning av máli, sum var tikin upp av egnum ávum.

Í ársfrágreiðingini eru eisini tvær greinar.

Onnur er um um vandar fyri mismuni í sambandi við talgilding av tænastum, og hin er um Barnarættindasáttmálan og lógarsmíð.

Les frágreiðingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985