Sosialdemokratarnir givið skarvin yvir at skipa stjórn

Sosialdemokratarnir givið skarvin yvir at skipa stjórn
Ein av orsøkunum, at Magdalena Andersson gevst, er, at sosialdemokratarnir fáa ikki stuðul fyri sínum uppskoti um, hvør skal vera formaður í ríkisdegnum
Magdalena Andersson, forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum, er givin at skipan stjórn í Svøríki.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
28.09.2026 - 08:56

Sosialdemokratarnir í Svøríki geva nú skarvin yvir at skipa stjórn í Svøríki

- Í løtuni er eingin møguleiki at skipa eina stjórn, sigur Magdalena Andersson, forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum, á einum tíðindafundi í morgun. 

Val var í Svøríki 13. september.

Andstøðan fekk lítlan meirluta, og stjórnin hjá Ulf Kristersson og Moderatunum misti meirlutan.

Tað fall tí Magdalenu Andersson í lut at standa á odda fyri at skipa eina stjórn. 

Men nú gevur hon skarvin yvir, skrivar NRK.

Ein av orsøkunum, at Magdalena Andersson gevst, er at flokkurin ikki fær stuðul fyri sínum uppskoti um, hvør skal vera formaður í ríkisdegnum.

Vinstriflokkurin boðaði í gjár frá, at flokkurin ikki vil stuðla valevninum, sum Sosialdemokratarnir hava skotið upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961