Nýggja kalsoyarferjan bíðar eftir politiskari avgerð

Nýggja kalsoyarferjan bíðar eftir politiskari avgerð
Útbjóðingartilfarið er klárt, men byggingin er seinkað av broytingum, sum skulu gerast á ferjuleguna á Syðradali
Royndarsiglingin hjá Teistanum í fjør staðfesti, at neyðugt er at gera ábøtur á ferjuleguna á Syðradali.
 
20.05.2026 - 13:08

Bíðað verður við at bjóða nýggju ferjuna til kalsoyarleiðina út, til politisk avgerð er tikin.

Útjóðingartilfarið til nýggju ferjuna, sum er mett at kosta okkurt um 180 milliónir krónur, er  klárt, sigur Dánjal Samuelsen, virkandi stjóri í Strandfaraskipum landsins.

Ætlanin byrjaði, tá undanfarna samgonga setti sær fyri at endurnýggja ferjurnar á nøkrum farleiðum.

 


Dánjal Samuelsen. 

 

Dennis Holm, sum tá var landsstýrismaður í samferðslumálum, raðfesti nýggja ferju til kalsoyarleiðina.

Byggingin av ferjuni er kortini seinkað, m.a. av broytingunum, sum skulu gerast á ferjuleguna á Syðradali.

Tað staðfesti royndartíðin hjá Teistanum á kalsoyarleiðini í fjør.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20052026_Kalsoyarferja

 

Á almennum fundi í kvøld um undirsjóvartunnil í Kalsoynna fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, at siga, hvørja ætlan landsstýrið hevur.

Á fundinum fer Karl Johansen, borgarstjóri, at tosa um, hvønn týdning góð samferðsla hevur, Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, tosar um ferðasamband til Kalsoynna,  Mourits Joensen og Kristian Stórhamar tosa um linjuføring, kostnað og føroyska arbeiðsmegi.

Og Símun í Norðnástovu og Dávur Syderbø siga, hvussu tað er at búgva í Kalsoynni og ferðast ímillum.

Fundurin er í kvøld kl. sjey á Skúlatrøð í Klaksvík.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065