Sleppa at koyra skjótari á Havnarvegnum

Sleppa at koyra skjótari á Havnarvegnum
Ætlanin er at hækka hámarksferðina úr 60 upp í 70 kilometrar um tíman
Hámarksferðin á Havnarvegnum er 60 kilometrar um tíman, men nú er ætlanin at hækka hana upp í 70 kilometrar um tíman.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.05.2026 - 12:42

Tórshavnar kommuna ætlar at hækka hámarksferðina á Havnarvegnum.

Hámarksferðin á Havnarvegnum, sum er nýggi innkomuvegurin til Havnar, frá rundkoyringini á Hvítanesi út í Marknagil, verður í næstum væntandi 70 kilometrar um tíman.

Málið byrjaði, tá Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, legði uppskot fyri býráðið um at hækka hámarksferðina á Havnarvegnum úr 60 upp í 70 kilometrar um tíman. Býráðið samtykti at beina málið í teknisku nevnd, sum hevur tikið undir við uppskotinum.

Málið skal nú viðgerast í ferðslunevndini. Har sita umboð fyri Tórshavnar kommunu og løgregluna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22052026_Havnarvegur

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938