Loyvistíðin verður 10 ár

Loyvistíðin verður 10 ár
Løgtingið hevur avgreitt uppskotið hjá landsstýrinum um broytingar í sjófeingislógini
Bárður á Steig NIelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2026 - 14:37

Loyvistíðin í sjófeingislógini verður 10 ár.

Tað er greitt, eftir at løgtingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, um broytingar í sjófeingislógini.

Við triðju viðgerð vóru 21 atkvøður fyri og seks ímóti. 

Eitt uppskot um at beina málið aftur í vinnunevndina fall.

Løgtingið atkvøddi eisini við triðju viðgerð um tvey broytingaruppskot.

Tjóðveldi og Framsókn skutu upp at taka regluna um loyvistíð úr uppskotinum, men tað fall. Seks atkvøður vóru fyri og 22 ímóti

Hinvegin samtykti tingið eitt broytingaruppskot frá øllum trimum andstøðuflokkunum, um at strikingin av ásetingini í grein 22, stk. 2, sum m.a. snýr seg um fiskiskap á Føroyabanka, verður slept, og at landsstýrið viðger, um ella hvussu ein slík broyting møguliga skal gerast.

Øll 29 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri hesum broytingaruppskotinum. 

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, viðgekk, at eitt mistak er hent, tí fylgiskjøl til hoyringarskriv ikki fylgdu við:

 

26052026_Bardur

 


Ben Arabo.

 

Hvast orðaskifti var annars í løgtinginum við triðju viðgerð av sjófeingislógini.

Ben Arabo, formaður í vinnunevndini og tinglimur fyri Javnaðarflokkin, heitir á andstøðuna um at finna loysnir heldur enn forðingar.

Hann segði soleiðis í útvarpinum á døgurða:

 

26052026_Ben

 


Høgni Hoydal.

 

Høgni Hoydal, tinglimur fyri Tjóðveldi, er ósamdur við Ben Arabo og vísir á fólksins ogn:

 

26052026_Hogni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595