Eingin føroyingur í Hormuz hevur biðið um hjálp

Eingin føroyingur í Hormuz hevur biðið um hjálp
Føroyska uttanríkistænastan samstarvar við danska uttanríkisráðið um mál um borgaratænastu til føroyingar úti í heimi
Eingin føroyingur í Hormuzøkinum hevur biðið borgaratænastuna hjá danska uttanríkisráðnum um hjálp, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.05.2026 - 09:24

Eingin føroyingur í Hormuzøkinum hevur biðið borgaratænastuna hjá danska uttanríkisráðnum um hjálp.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, ið spurdi um støðuna hjá føroyingum í Persaraflógvanum.

Føroyska uttanríkistænastan samstarvar við danska uttanríkisráðið um mál um borgaratænastu til føroyingar úti í heimi. 

Í tílíkum málum er meginreglan tann, at fólk, sum hava brúk fyri hjálp, ráðgeving ella øðrum tænastum, venda sær beinleiðis til uttanríkistænastuna ella danska uttanríkisráðið. 

Enn er eingin fyrispurningur um borgaratænastu frá føroyingum í Hormuzøkinum skrásettur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Vinnumálaráðið upplýsir, at einki skip í føroysku skipaskráunum er í Hormuzsundinum ella innan fyri tað. 

Føroyskir myndugleikar vita ikki, hvørjum skipum føroysk sjófólk sigla við, ella hvar skip við føroyskum sjófólkum eru stødd. 

Les svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928