Vaksandi vatntørvur í høvuðsstaðnum

Vaksandi vatntørvur í høvuðsstaðnum
Tórshavnar kommuna heitir á borgarar um ikki at oyðsla við vatni, tí Havnin veksur við rúkandi ferð, og tað sama ger vatnnýtslan
28.05.2026 - 19:17

Hvør føroyingur brúkar í miðal 310 litrar av vatni um samdøgrið, meðan ein dani brúkar 110 litrar um samdøgrið, tað vísir Fríður Pálsson Dalsgarð á. Hann er tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu og heitir á havnarfólk um at hjálpa til við at minka vatnnýtsluna. 

Við verandi bústaðarútbyggingum í høvuðsstaðnum fer vatnnýtslan at økjast góð 20 prosent í nærmastu framtíð.

Tórshavnar kommuna fer væntandi í gongd við arbeiðið at økja vatnveitingina í Villingardali í næstum, sigur tekniski stjórin, Fríður Pálsson Dalsgarð.

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234