Aron fer ongan veg – enn

Aron fer ongan veg – enn
Serbiskir miðlar skriva, at ætlanin hjá FK Čukarički at keypa 18 ára gamla Aron Benjaminsen úr Víkingi fyribils er slept.
Aron Benjaminsen í dysti fyri Føroyar í ungdómslandsdysti
Mynd: FSF  
 
29.05.2026 - 11:35

Í gjár skrivaði Kringvarpið, at serbiska felagið FK Čukarički hevði bjóðað upp á føroyska U21-landsliðsspælaran Aron Benjaminsen. Í dag skrivar serbiski miðilin Telegraf, at áhugin var veruligur, men at felagið fyribils hevur slept ætlanini um at keypa føroyska bóltsnillingin.

– Felagið, sum er tiltikið fyri at fáa eygað á góðar spælarar og menna teir víðari, metti, at Aron Benjaminsen passaði væl til. Sjálvt um FK Čukarički tók stig til at keypa føroyska spælaran, so verður tað fyribils av ongum sambært okkara upplýsingum, skrivar Telegraf.

Aron Benjaminsen er uppvaksin í Skála og skifti í mars 2024 til Kristiansund í Noregi. Í ár kom hann aftur til føroyskan fótbólt. Hann gjørdi ein trý ára sáttmála í Sarpugerði og hevur seinastu dystirnar gjørt nógv vart við seg.

– Eg kann vátta, at tað er áhugi fyri honum, men eg kann ikki fara í smálutir. Vit hava gjørt ein trý ára sáttmála við Aron og vóna, at hann spælir í Víkingi í eina tíð afturat, segði formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, í gjár.

Bolt.fo skrivaði fyri kortum, at Viborg hevði verið og hugt eftir føroyska U21-landsliðsspælaranum. Víkingur hevur seinnu árini selt spælarar sum Gunnar Vatnhamar, Noah Mneney, Géza Dávid Turi og Poul Kallsberg. Tað er ikki óhugsandi, at Aron Benjaminsen verður tann næsti í røðini, men tað verður ikki beint nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308