Beinir klárur við nýggjari útgávu

Beinir klárur við nýggjari útgávu
"The End of Beginning of Us" er í ringrás um evnir sum kærleika, iva, ábyrgd, lyfti og at tora at sleppa, sigur Beinir, sum fríggjadagin 5. juni útgevur nýggja EP
Mynd: Magnus Tróndheim  
 
03.06.2026 - 20:00

Fríggjadagin 5. juni kemur nýggja útgávan hjá Beinir, sum kallast ‘The end or beginning of us’. 

Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við tað.

Hetta greiddi Beinir frá longu 15. mai, tá hann var gestur í sendingini LEITISSTEIN og nýggja EP'in bleiv frumspæld. 

 

HOYR EISINI: LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)

 

Meira persónligt á føroyskum

Høvuðssangurin á útgávuni er "Won’t Let Go", sum Beinir sjálvur lýsir sum kensluliga miðdepilin á útgávuni. Tað er í tí sanginum, at Beinir syngur orðini "If this is the end or beginning of us".

"Fyri meg snýr sangurin seg um ikki at geva upp, men arbeiða seg gjøgnum tað torføra, hóast tað ikki altíð er tað lættasta," sigur Beinir. 

 

LES EISINI: Nýggj útgáva skal skilgreina Beinir av nýggjum tónleikaliga

 


Mynd: Magnus Tróndheim

 

Síðsta lagið, "If This Is End" er bæði á enskum og á føroyskum, tá tað eitur "Um hetta var tað". 

"Tá eg syngi á føroyskum, kennist tað meira persónligt, og eg vóni eisini, at tað gevur lurtarum eina greiðari fatan av, hvar eg og mín tónleikur kemur frá” sigur Beinir.

Í november kann Beinir upplivast í Reinsarínum í Havn, tá hann fer at hava eina konsertrøð 6., 7. og 8. november. 

 

Fakta um útgávuna

‘The end or beginning of us’ er givin út í samstarvi millum feløgini Tigerspring, Music is fun í Onglandi og Virgin Music Group í USA.

Beinir hevur skrivað tónleikin í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman.

Beinir hevur framleitt tað mesta sjálvur, tó er ‘Won’t let go’ framleiddur saman við Rasmus Søegren. Jónas Gaard, Bárður Petersen og Filip Zachariassen spæla allir við á útgávuni.

Magnus Trónheim hevur tikið kápumyndina.

David Mørup hevur miksað og mastrað.

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvør: Beinir um "The End or Beginning of Us"
Hvar: KVF Ljóð

 

1812889

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595