PAZ varðveitti sínar tvær Michelin-stjørnur

PAZ varðveitti sínar tvær Michelin-stjørnur
Michelin-leiðbeiningin hevur enn einaferð staðfest, at ein av bestu matstovum í Norðurlondum liggur í Havn. Hon eitur PAZ og varðveitt í dag báðar sínar Michelin-stjørnur
Mynd: Bárður Lydersen  
 
01.06.2026 - 18:32

Matstovan PAZ hjá Poul Andriasi Ziska varðveitt báðar sínar Michelin-stjørnur, sum matstovan fekk í fjør.

Tað varð greitt, tá ársins Michelin-stjørnur verða lætnar til matstovur í Norðurlondum seinnapartin vóru latnar í tiltaki í Tivoli í Keypmannahavn. 

Sambært Michelin-leiðbeiningini, so verða stjørnurnar lætnar fyri:

 

1 stjørna: Ein serstakliga góð matstova í sínum flokki. 

2 stjørnur: Fantastiskur matur, sum er verdur at koyra ein umveg fyri. 

3 stjørnur: Einastandandi kulinarisk list, sum er verd at ferðast til.

 

Í nógv ár hevur ljóðað, at matstovan Ræst í Havn fer at fáa eina Michelin-stjørnu. Men heldur ikki í ár eydnaðist tað, hóast matstovan verður hálovað av øllum matkennarum bæði her á landi og uttanlands. 

Øll handanin kann síggjast her: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Meira um sama evni