J&K Petersen lægsta tilboðið upp á høvuðsbygningin

J&K Petersen lægsta tilboðið upp á høvuðsbygningin
Lægsta tilboðið upp á at byggja nýggja felagsbygningin hjá Fróðskaparsetrinum er góðar 349 milliónir krónur - seks milliónir krónur minni enn mett
Tilboðið hjá J&K Petersen upp á at byggja høvuðsbygningin í Kampus-verkætlanini er góðar 349 milliónir krónur. Á myndini sæst Kampus-verkætlanin.
 
03.06.2026 - 18:35

Freistin at bjóða upp á at byggja høvuðsbygningin í stóru Kampus-verkætlanini hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum er nú farin.

Lægsta tilboðið eigur J&K Petersen við einum tilboði upp á góðar 349 milliónir krónur. Tað er umleið 6 milliónir krónur lægri enn metti kostnaðurin, sum var góðar 355 milliónir krónur hjá fyritøkuni Henning Larsen North Atlantic við Ósbjørn Jacobsen á odda, sum hevur teknað.

Tilsamns komu fýra tilboð inn. Kanjon bjóðaði góðar 377 milliónir krónur, Búsetur góðar 373 milliónir krónur, meðan Articon hevði hægsta tilboðið á góðar 384 milliónir krónur.

 

Hoyr samrøðu við Bjarna Seyer Heinesen, verkætlanarleiðara í Landsverki, í útvarpstíðindunum:
 

1816098

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155