- Tíðindi, mentan og ítróttur
Programmfólk til deildina Mentan í Kringvarpi Føroya

Vit bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum skapandi umhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta tín egna dám á starvið. Starvsbrøkurin er 0,8, í miðal 31 tímar um vikuna.
Um starvið
Tú fert, í skiftum, at arbeiða við annaðhvørt sjónvarps- ella útvarpssendingum. Saman við øðrum programmfólkum og/ella fotografum fert tú at arbeiða við sendingum, ið geva innlit í ymisk umhvørvi, samfelagsviðurskifti og persónligar søgur. Vit miða eftir at endurspegla margfeldi, ymiskar lívsáskoðanir og livihættir. Felags fyri sendingarnar er, at tað eru týdningarmiklar søgur, sum elva til kjak og hava almennan áhuga.
Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir úr miðlaheiminum og dugir at skipa arbeiðið úr byrjan í enda. Tað er umráðandi, at tú hevur hegni til at finna góðu søgurnar og meta um, hvat hevur týdning fyri okkara brúkarar. Vit leggja stóran dent á útgávu og marknaðarføring av sendingum, og er hetta partur av uppgávuni, eitt nú at skriva greinar og gera annað eykatilfar um sendingarnar, tú gert.
Førleikar
* Tú hevur miðlaútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
* Tú dugir væl føroyskt bæði í skrift og talu
* Tú hevur innlit í samfelag og mentan
* Tú hevur royndir við at framleiða tilfar til útvarp og sjónvarp
* Tú hevur góðar tøkniligar førleikar
Vit vænta, at tú
* hevur góð hugskot og skapanarevni
* hevur góð samstarvsevni og ert jalig/-ur
* hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
* megnar at halda freistir og ert væl skipað/-ur
Setanarviðurskifti
Starvsbrøkurin er 0,8, og starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Starvið verður sett 1. september 2026.
Umsókn
Umsókn o.o. viðkomandi skjøl skulu sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi mánadagin 25. juni. Umsóknin skal vera merkt “Programmfólk til Mentan”.
Fleiri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbaru Samuelsen, leiðara á Mentan, á telefon 296610 ella við at senda teldupost til bs@kvf.fo







