FM á langgeil: Bartal bøtti um egið met

FM á langgeil: Bartal bøtti um egið met
Einasti svimjarin, sum setti føroyskt einstaklingamet, tá føroyameistarakappingin á langgeil var um vikuskifti, var Bartal Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag
08.06.2026 - 20:22

Bartal Eidesgaard gjørdi ikki mætari enn at bøta um sítt egna met í 50 metur frísvimjing sunnudagin. Ikki bert eina ferð, men tvær ferðir.

Nýggja metið hjá stinna svimjaranum úr HS er 23,13 sekund.

Ikki nóg mikið við tí. Bartal Eidesgaard var eisini partur av stafettini hjá Havnar Svimjifelag, sum setti føroyskt met í 4x100 metur frí, saman við Isaki Brisenfeldt, Silas Dam Lindberg og Óla Mikkelsen.

Har eitur nýggja mettíðin 3.31,87 minuttir.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775