Nýggjur heilivágur kann leingja lívið hjá krabbameinssjúklingum

Nýggjur heilivágur kann leingja lívið hjá krabbameinssjúklingum
Vit skulu meira enn tíggju ár aftur í tíðina fyri at síggja líka lovandi úrslit sum hesi, sigur Tordis Kristiansdóttir, lækni og granskari á økinum
Tordis Kristiansdóttir er lækni og granskari
Mynd: privatmynd  
 
13.06.2026 - 12:20

- Hetta kann mann kalla eitt søguligt gjøgnumbrot.

Tað sigur Tordis Kristiansdóttir, sum er granskari og yvirlækni á onkologiska ambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum.

Tí nýggjur heilivágur fyri krabbamein í brisinum vísir seg at leingja lívið enn meira hjá teimum við sjúkuni. Hetta er nakað, vit ikki hava sæð síðani 2013.

 

Sjúkan er álvarsom

Áleið tíggju føroyingar fáa árliga staðfest krabbamein í brisinum, og 80 prosent av teimum uppliva longu spjaðing, tá ið sjúkan verður staðfest, og tí kunnu tey ikki gerast frísk.

Higartil hava sjúklingar við krabbameini í brisinum fingið viðgerð við kemoterapi, sum verður givin gjøgnum æðrarnar, og sum kann hava við sær nógv hjáárin, sigur Tordis Kristiansdóttir.

Tá er nýggi heilivágurin mildari fyri kroppin. Nýggja viðgerðin verður givin við eini tablett, sum ikki er líka krevjandi sum kemoviðgerðin, sigur Tordis Kristiansdóttir, og so eru hjáárinini færri.

 

Eitt søguligt úrslit

Viðgerðin, sum í dag verður givin, leingir um livitíðina við 6,6 mánaðum, meðan nýggja viðgerðin leingir um livitíðina við 13,2 mánaðum, sambært nýggju úrslitinum.

Og hóast hetta snýr seg um mánaðar, er hetta eitt stórt stig í læknafakinum, sambært Tordis Kristiansdóttir.

- Hetta er tað besta, vit hava sæð leingi, og hetta kann hava við sær, at mann finnur annan líkan heilivág, sum eisini kann virka uppá sama máta, sigur Tordis Kristiansdóttir.

 

Vónandi klárt í ár

Enn er heilivágurin ikki góðkendur at brúka, men tá tað verur, verður viðgerðin eisini tøk í Føroyum.

Sambært Tordis Kristiansdóttir plagar gongdin at vera soleiðis, at heilivágurin fyrst verður góðkendur í USA og síðani Europa.

- Vit vóna, at tað verður so skjótt sum gjørligt, og eg veit, at ein danskur starvsfelagi vónar, at vit hava atgongd til hendan heilivágin síðst í ár, sigur Tordis Kristiansdóttir.

 

Hoyr samrøðuna við Tordis Kristiansdóttir við at trýsta á pílin niðanfyri:

1817533

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672