- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tað er risastórt at spæla Final Four

Annað árið á rað skal føroyski hondbóltsspælarin Hákun West av Teigum royna seg í Champions League Final Four.
Leygardagin bresta Füchse Berlin og Magdeburg saman í fyrru hálvfinaluni í glæsiligastu kappingini hjá EHF, meðan Aalborg og Barcelona spæla tí seinnu í royndini at koma í finaluna sunnudagin.
- Kappingarárið í hondbólti endar við Final Four, so tað er risastórt at sleppa at spæla har, sigur Hákun West av Teigum.
- Ein rúgva av fólki koma at hyggja í Køln, men nógv fylgja eisini við heimanifrá, sigur vongurin, sum rakk finaluni við týska høvuðsstaðarfelagnum í fjør.
Magdeburg stór avbjóðing
Hann skeyt sjálvur sjey mál seinast, men Magdeburg var ov sterkt og vann 32-26. Hesa ferð skal Füchse Berlin vinna á harða kappingarneytanum fyri at koma í finaluna.
- Magdeburg skal man helst vinna á fyri at vinna Champions League, so tað er ikki so farligt, um tad er í hálvfinaluni ella í finaluni, heldur Hákun West av Teigum, sum ikki ivast í, hvørjum Ómar Ingi Magnússon og hinir úr eysturtýska felagnum koma við.
- Magdeburg er eitt sera sterk lið í spælinum mann ímóti manni, so tað snýr seg um at fyrireika seg væl til júst tað, sigur føroyingurin.
LES EISINI: - Hetta er øgiliga feitt
Hann hevur verið við til at tryggja Füchse Berlin týska meistaraheitið og steypakappingina, og tað einasta, sum nú manglar, er Champions League-gullið, men tað hugsar Hákun West av Teigum ikki um enn.
- Vit hugsa ikki um vit skulu vinna kappingina ella ikki. Vit hava eina hálvfinalu at hugsa um; finaludagurin er langt úti í framtíðini enn.

























