Hákun gjørdi sítt - rakk ikki til CL-gullið

Hákun gjørdi sítt - rakk ikki til CL-gullið
Hákun West av Teigum skoraði upp á sjey av níggju málroyndum, men tað rakk ikki til Champions League-gullið hjá Füchse Berlin, sum tapti greitt fyri Magdeburg í Köln
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin takka viðhaldsfólkunum í stásiligu Lanxess-leikhøllini í Kölní
Mynd: Füchse Berlin  
 
15.06.2025 - 18:11

Tað rakk ikki til finalusigur í Champions League hjá Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin ímóti Magdeburg í Köln.

Føroyski landsliðsvongurin gjørdi sína skyldu og skoraði sjey mál upp á níggju royndir - fleiri vóru úr rættiliga spískum - men sum heild gekk striltið hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum var aftanfyri mestsum allan dystin og tapti 32-26.

Mathias Gidsel fekk ov lítla hjálp frá millum annað Lasse Andersson og Nils Lichtlein í bakketuni, og Mijajlo Mersenic og Max Darj brendu ferð eftir ferð av strikuni ímóti stórspælandi Sergey Hernandez Ferrer í Magdeburg-málinum. Spanski málverjin bjargaði heili 18 av 42 skotum.

 


Mathias Gidsel og Hákun West av Teigum vóru toppskjúttar hjá Füchse Berlin við sjey málum í part. (Mynd: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hjá Magdeburg gingu íslendingarnir Gisli Thorgeir Kristjansson og Omar Ingi Magnusson fremstir, hvørja ferð Hákun og teir minkaðu um munin, fann Magdeburg røttu loysnirnar í álopsspælinum. Verjan hjá Füchse Berlin fekk í roynd og veru ongantíð steðgað Magdeburg-offensivinum.

Tí gjørdist tað ongin greipa á hesum sinni hjá Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin, sum tryggjaðu sær sítt fyrsta meistaraheitið í síðstu viku; Vongurin ferð ivaleyst at gera ein nýggja roynd næsta ár. 

 


Týska meistaraheitið og Champions League-silvurið. Eitt flott kappingarár fyri Hákun West av Teigum (her eftir hálvfinaluna ímóti Nantes leygardagin). 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF