Friðarsemja í leysum lofti á 80 ára føðingardegnum hjá Trump

Friðarsemja í leysum lofti á 80 ára føðingardegnum hjá Trump
Er innihaldið í eini friðarsemju millum USA og Iran á leið tað, sum frættist, so hevur Iran vunnið kríggið, heldur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og viðmerkjari
Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og viðmerkjari, væntar, at Iran fær í posa og sekk, um Donald Trump, forseti, fær sína friðaravtalu til høldar
Mynd: Savnsmynd  
 
14.06.2026 - 20:27

Amerikanski forsetin Donald Trump tykist so altráur eftir at fáa ein enda á krígnum við Iran, at innihaldið nærum er líkamikið. Um innihaldið í eini møguligari friðaravtalu líkist tí, sum er likið út frá friðarsamráðingunum, so hevur Iran fingið í posa og sekk og vunnið kríggið, heldur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og viðmerkjari, serkønur í altjóða viðurskiftum.

Donald Trump

Caption: 
Donald Trump, forseti í USA, fyllir 80 í dag og hevði ætlað sær eina friðaravtalu í føðingardagsgávu. Mynd: Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix

 

 

Spurningurin um ríkaða uranið hjá Iran, og hvussu landið frameftir arbeiðir við síni kjarnorkuverkætlan, var til dømis ein av fremstu grundgevingunum fyri at leypa á Iran 28. februar, men sum skilst, er tann spurningurin skotin út til horna í samráðingunum.

Hoyr innslag og samrøðuna við Regin Berg, sum vitjaði í útvarpsstovuni, her:

 

1817638

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974