Nógv tey flestu fáa fegið brá

Nógv tey flestu fáa fegið brá
Heilsufrøðiliga starvsstovan letur væl at Brá-skipanini
Okkurt um 90 prosent hava fingið fegið brá.
 
19.06.2026 - 10:51

- Reinførið hjá teimum, sum gera og selja mat í Føroyum, er yvirskipað gott, og okkurt um 90 prosent hava fingið fegið brá.

Tað sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðari á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Í fjør heyst var bráskipanin sett í verk, og síðani hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan framt eftirlit og kunngjørt úrslitið við at geva staðnum eitt fegið brá, strangt brá ella misnøgt brá.

 


 Malan Nicolinudóttir Mikkelsen.

 

Støðini, sum eru fevnd av bráskipanini, eru býtt í tríggjar ymiskar bólkar.

Bólkur 1 er: matstovur, størri kaféir og út-við-veitingar ella take-away. Bólkur 2 er matarstøð, sum til dømis smærri kaféir og bensinstøðir, og bólkur trý er handlar.

Hoyr innslag í útvarstíðindunum: 

 

19062026_Braskipanin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928