HPV-koppseting: Óvist um kunning er nóg mikið

HPV-koppseting: Óvist um kunning er nóg mikið
Landstýriskvinnan í heilsumálum er sinnað at taka onnur stig enn kunningarátøk fyri at økja um undirtøkuna fyri HPV-koppseting
Føroyar eru langt undir lágmarkinum at koppseta fyri HPV, og tað vil Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, broyta
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.06.2026 - 16:30

Ov fá vera koppsett fyri HPV, og tað er als ikki nóg gott.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Langt aftanfyri grannalondini

Sambært  Heilsustýrinum er undirtøkan fyri HPV-koppseting í Føroyum nógv lægri enn í grannalondunum, og minni enn helvtin av 15 ára gomlu gentunum eru liðugt koppsettar.

Tað er torført at svara, hví tað er soleiðis, sigur landsstýriskvinnan, sum sigur, at orsøkirnar kunnu vera ymiskar og ókendar. 

Men sambært henni er tað umráðandi at royna enn einaferð at gera vart við koppsetingina og fáa fleiri við.

Málið er, at 90 prosent av børnunum skulu vera koppsett, áðrenn tey fylla 15 ár. Hesum eru føroysku tølini langt frá.

 

Gongdin má broytast

Hesa gongdina vil Heilsustýrið broyta við nýggjum kunningartiltaki.

Men vísir hetta seg ikki at rigga - og liggja Føroyar framvegis langt undir málinum um 90 prosent koppseting - er landsstýriskvinnan sinnað at taka onnur stig enn kunning fyri at økja um undirtøkuna.  

Tí hetta er sambært landsstýriskvinnuni umráðandi at koma á mál við.

- Her er ein møguleiki fyri at koppseta ímóti krabbameini og undirlívskrabba, sum jú er deyðiligt. Tað mugu vit fáa á breddan, so vit koma upp á sama stig sum grannalondini.
 

Hoyr innslagið við Eyðdis Hartmann Niclasen, landstýriskvinnu í heilsumálum, niðanfyri:

1818734

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572